Innanlands

Nú hevur CNN rættað greinina

Hotellini verða opin og flogførini flúgva, skrivar CNN nú

2019-03-01 16:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stóra amerikanska heimasíðan CNN hevur nú rættað misskiljingina, sum stóð í greinini í gjár sum umrøddi ’Maintenance’-vikuskiftið síðst í apríl mánaði.

CNN skrivaði á síni Travel-síðu, at alt varð stongt í Føroyum, eisini hotellini, og at ongin flúgving var til og úr oyggjunum alt vikuskiftið.

Talan er um eina misskiljing av tíðindabrævinum, sum Visit Faroe Islands sendi út í sambandi við tiltakið.

Vit skrivaðu um CNN-greinina fyrr í dag. Sí: CNN yvirdrívir ’viðlíkahaldið av Føroyum’ 

Men nú hevur CNN so rættað misskiljingina, so at tað ikki longur stendur at hotellini eru stongd og floghavnirnar stongdar. ”Hotels will be open, and flights will continue”, stendur nú at lesa.

Vit frætta av Visit Faroe Islands, at tey settu seg í samband við CNN at fáa misskiljingina rættaða so skjótt sum tey varnaðust mistakið. Men orsaka av tíðarmuni og krakkaveldi í umsitingini hjá CNN tók tað heldur drúgva tíð, áðrenn misskiljingin varð rættað í greinini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder