
Tórshavnar kommuna hevur nú gjørt eitt webkort, ið vísir, hvar ymiskar ferðsluavmarkingar eru.
Kortið vísir í løtuni ferðsluavmarkingar á Ólavsøku, men kortið verður dagført alla tíðina, eisini við vegaarbeiði.
Kortið verður eisini víðari ment, so tað verður meira brúkaravinarligt og fleiri upplýsingar koma á kortið sum frálíður.
Í sambandi við ólavsøku verður eisini víst á tøk parkeringsøki. Hetta kemur á kortið fyrst í næstu viku, skrivar kommunan á heimasiðu síni.
Annars ber tað til at klikkja á ymiskar linjur at fáa vita meira um, hvørjar avmarkingar eru á vegnum - og um bussar, privatbilar ella hýruvognar hava undantak at koyra á strekkinum.
Á høgru síðu kunnu fólk tendra og sløkkja ymisk løg á kortinum, sum vísa avmarkingar fyri ymiskt tiltøk ymsar dagar.
Kortið verður skjótt tøkt á heimasíðuni hjá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald