Eftir ætlan verður rundkoyringin, sum bindur saman Landavegin, Heygsvegin og Íslandsvegin, tikin í nýtslu innan november mánaði er farin aftur um.
Rundkoyringin er sama slag sum hon, sum nú er á Sundsvegnum við Berjabrekku.
- Tekniska fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu fegnast um, at tað nú er um at verða komið á mál við at dagføra Kinabrekkuna.
- At tað hevur borið til at betra um ferðslutrygdina her, hevur ómetaliga stóran týdning fyri tey, ið her ferðast, ikki minst fyri skúlabørnini til og frá Skúlanum á Fløtum, sum eftir ætlan letur upp letur upp í 2020. Hesi fáa eina munandi tryggari skúlaleið, sigur Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd.
- Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta hevur verið ein stór avbjóðing fyri okkum øll, grannar, tey ferðandi, bussleið og ikki minst arbeiðstakaran, at gera eitt so stórt arbeiði, meðan vegurin partvís hevur verið opin, sigur Heini Eysturoy býarverkfrøðingur.
- Hetta sera umfatandi arbeiðið, har allir hugsandi leiðingsánarar hava luttikið, er nú sum nýtt. Umframt arbeiðið við kloakkleiðingum , vatnleiðingum, gongubreyt, súkklubreyt og rundkoyring, so luttóku SEV, Fjarhitafelagið og FT-Net.
- Talan er helst um størstu dagføring av vegum og leiðingum í kommununi í nýggjari tíð. Seinasta stóra dagføringin var av Jóannesar Paturssonar gøtu, tó uttan fjarhita. So hóast fólk hava ótolnast, so mugu vit staðfesta, at ferðslutrýstið er ovurstórt - og neyðugt er at halda og dagføra vegir og leiðingar.
- Vit arbeiða støðugt vit at betra um kunningina, sum altíð kann vera betur. Tó so at grannarnir hava verið væl kunnaðir. Ein onnur orsøk til, at arbeiðið gjørdist drúgvari var, at Bussleiðin skuldi koyra so gott sum alla tíðina, meðan arbeitt varð, sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald