Innanlands

Nú manglar minni enn ein triðingur

146 metrar vórðu sprongdir í Eysturoyartunlinum í farnu viku

Mynd: estunlar.fo

Mynd: estunlar.fo

2018-11-12 11:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í alt vórðu sprongdir 146 metrar í Eysturoyartunlinum í farnu viku. Nú eru sprongdir 8.074 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

Á Hvítanesi vórðu sprongdir 83 metrar, og í alt eru nú sprongdir 3.856 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 27 metrar. Har eru íalt sprongdir 1.386 metrar.

36 metrar vórðu sprongdir frá rundkoyringini og móti Rókini. Har eru nú sprongdir 1.207 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder