2018-12-11 13:47
Í alt vórðu sprongdir 152 metrar í Eysturoyartunlinum í farnu viku. Nú eru sprongdir 8.692 metrar av 11.250 metrum.
Á Hvítanesi vórðu 76 metrar sprongdir, og í alt eru nú sprongdir 4.153 metrar frá Streymoyarlandinum.
Frá rundkoyringini og ímóti Hvítanes vórðu í farnu viku vóru sprongdir 38 metrar. Har eru nú íalt sprongdir 1.532 metrar, meðan 38 metrar eru sprongdir frá rundkoyringini móti Rókini. Har eru í alt sprongdir 1.382 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald