Innanlands

Nú resta minni enn 350 metrar í

123 metrar vórðu sprongdir í Eysturoyartunlinum í farnu viku

Rókin

Rókin

2019-05-06 11:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku vórðu sprongdir 123 metrar í alt. Nú eru sprongdir 10.902 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

Móti Rókini eru 8 metrar eftir at spreingja og millum Eysturoynna og Streymoynna 317 metrar. Ætlandi verður skoti í gjøgnum móti Rókini týsdagin 7 mai og millum Eysturoynna og Streymoynna um mánaðarskifti mai-juni.

Í farnu viku vórðu 23 metrar sprongdir av Hvítanesi. Í alt eru nú sprongdir 5.070 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og ímóti Hvítanes vórðu sprongdir 29 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 2.029 metrar.

Og frá rundkoyringini og ímóti Rókini vórðu í farnu viku sprongdir 50 metrar. Har eru í alt sprongdir 2.145 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder