2018-07-16 13:22
Rok hevur verið á flogferðsluni seinastu dagarnar. Tjúkkur mjørki hevur verið í Vágunum, og hetta hevur gjørt, at fleiri túrar hjá Atlantic Airways hava verið útsettir, fleiri flogfør hava flogið yvir flogvøllin í tímar, meðan SAS als ikki hevur flogið.
Úrslitið av ruðuleikanum hesar seinastu dagarnar er, at heili 11 komur eru skrásettar til í dag.
Útsýnið á flogvøllinum er gott í dag, og tað sæst aftur í flogferðsluni. Fýra flogfør hjá Atlantic Airways úr Keypmannahavn, Billund og Bergen hava longu sett seg í dag og í morgun. Sjey onnur skulu eftir ætlan seta seg, millum annað tað eina hjá SAS úr Keypmannahavn, og so 6 hjá Atlantic Airways úr Keypmannahavn, Edinburgh, Reykjavík og Aalborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald