Landsstýrið hevur sett sær fyri at yvirtaka málsøkið kort- og landmátingarmyndugleiki. Lógaruppskot um yvirtøkuna eru send í hoyring í dag.
Økið, sum eftir ætlan nú verður føroyskt málsræði, hevur tætt tilknýti til onnur øki, sum longu eru á føroyskum hondum og er eisini ein ein týdningarmikil partur av samleika føroyinga.
Ætlanin er formliga at yvirtaka málsøkið kort- og landmátingarmyndugleiki sum føroyskt sermál. Við hesum taka føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á økinum. Málsøkið fevnir eisini um sjókort og sjómátingar.
Í sambandi við yvirtøkuætlanina hevur Heilsu- og innlendismálaráðið í dag sent tvey uppskot til ummælis. Tey eru:
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málskjum og
- Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information
Freistin at lata inn ummæli er týsdagin 7. august 2018.
- Heilsu- og Innlendismálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald