Nú verður langt um leingi farið í gongd við at seta ein nýggjan Kringvarpsstjóra. Kári Sólstein hevur virkað sum fyribils kringvarpsstjóri, síðani Johnny í Grótinyum fór frá tann 15. juni.
Kringvarpið hevur síðani lýst eftir nýggjum stjóra, og umsóknarfreistin fór 21. september.
Nú fer ein setanarbólkur, sum telur fýra fólk, at finna nýggja kringvarpsstjóra. Setanarbólkurin er mannaður av formanninum og næstformanninum í kringvarpsstýrinum, starvsfólkaumboðið í stýrinum og eitt umboð fyri leiðslubólkinum í Kringvarpinum, skrivar KVF.
Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum sigur, at gongst eftir ætlan, er starvið sett um tríggjar vikur ella so.
20 fólk hava søkt starvið, 16 menn og fýra kvinnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald