Innanlands

Nú skulu matstovur fáa loyvi at innflyta vín

Vinnumálaráðið hevur sent lógaruppskot til hoyringar

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2018-10-17 11:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vinnumálaráðið hevur sent lógaruppksot til hoyringar sum skal tryggja, at matstovur og aðrar fyritøkur kunnu fáa loyvi at innflyta vín uttan um Rúsuna.

Lógaruppskotið sum er sent til hoyringar sigur, at Loyvisnevndin skal kunna geva matstovum og øðrum loyvi til at innflyta vín, sum í mesta lagi er 15 prosent, frá 1. Januar 2019, skrivar KVF.

Meðan matstovuvinnan hevur víst á at hon hevur brúk fyri størri úrvali av dygdarvíni, skulu fyritøkur kunna selja innflutta vínið til Rúsuna og til fyritøkur, sum hava skeinkiloyvi.

Vinnumálaráðið metur, at hetta fer at kosta Rúsdrekkasøluni 1,35 mió. kr. í 2019, 1,48 mió. kr. í 2020 og 1,62 mió. kr. í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder