Innanlands

Nú skulu øll upp í samráðingarnar

Realitetssamráðingar eru farnar í gongd, og frá klokkan 13 sita tingfólkini hjá ABC og arbeiða í ymiskum bólkum. Málið er at koma langt í dag - og áðrenn páskir

Fyrst tosaðu flokkarnir hvør sær, og klokkan tíggju fóru formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum yvirum brekkuna og inn í hølini hjá Havnar Arbeiðarafelag. Har settu teir tríggir karmarnir fyri samráðingarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrst tosaðu flokkarnir hvør sær, og klokkan tíggju fóru formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum yvirum brekkuna og inn í hølini hjá Havnar Arbeiðarafelag. Har settu teir tríggir karmarnir fyri samráðingarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-30 12:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan níggju møttu tey 22 fólkavaldu, umframt nøkur starvsfólk hjá flokkunum, í Løgtinginum. 

Fyrst tosaðu flokkarnir hvør sær, og klokkan tíggju fóru formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum yvir um brekkuna og inn í hølini hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Sí eisini: Samráðingarnar byrjaðar: Bert floksformenninir í fyrstu syftu

Har sótu Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen og tosaðu um, hvussu samráðingarnar skulu skipast.

Síðani hava flokkarnir aftur tosað saman, og eftir ein matarsteðg byrja realitessamráðingrnar av álvara klokkan 13.

Samráðingarleiðarin greiðir FM1 og Portalinum frá, at farið verður undir at arbeiða í bólkum við ymiskum evnum um eina løtu og hildið verður .

- Vit vænta at koma langt í dag og næstu dagarnar, og eg eri bjartskygdir um, at vit kunnu loysa teir knútar, ið kunnu vera, sigur Beinir Johannesen.

Hoyr alla samrøðuna við Beinir Johannesen her

Sí eisini: Bárður á Steig Nielsen- Samdir um tað mesta og upplagt at vit tríggir seta okkum saman

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder