Uttanlands

Nú skulu telefonløðararnir harmoniserast

Tað er eitt krav frá ES-tinglimum at lóggivið verður móti óneyðugum elektroniskum burturkasti

(Mynd: Shutterstock)

(Mynd: Shutterstock)

2020-01-14 10:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað má vera nóg mikið við einum løðara – einum felagsløðara – sum kann løða øll sløg av fartelefonum. Tað halda flestu politisku bólkarnir í ES-tinginum.

ES-nevndin hevur higartil roynt at fingið framleiðarar til sjálvboðið at koma við einum felags løðara, menn enn er hetta ikki eydnast.

- Tað er ov vánaligt, at ES-nevndin ikki hevur megnað at harmonisera hetta økið, so at sami løðari kann brúkast til allar telefonir. Vit hava tosað um hetta í áravís. Fáið tað nú gjørt.

Soleiðis sigur danski ES-tinglimurin Christel Schaldemose, sum umboðar danska javnaðarflokkin.

Fleiri tinglimir í ES-tinginum eru farnir at vísa áhuga fyri stóra og vaksandi mongdini av kt-burturkasti.

Pólski tinglimurin Róza Thun und Hohenstein frá borgarliga bólkinum EPP krevur nú, at ES-nevndin leggur fram eitt uppskot innan seks mánaðir.

- Borgararnir í okkara londum mugu keypa nýggjan løðara, hvørja ferð tey keypa eitt elektroniskt tól. Tað er spill av náttúrutilfeingi. Vit drukna í eini flóðaldu av elektroniskum burturkasti, um vit halda fram á henda hátt. Ein sjálvboðin avtala hjálpir einki, sigur hon við Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder