Niðan móti nýggja Banknordik á Biskopstorgi í Klaksvík verður síðsta hond nú løgd á skoytubreyt.
Tvær høvuðs stammur – onnur fram og hin retur eru lagdar í økið frá sjóhitaskipanini og frá hesum verða so eini 100 rør løgd pr. 6 cm undir skoytibreyrina so gera at breytin frystir, og frá teimum eins nógv rør, sum renna aftur til skipanina.
Returvatnið frá sjóhitaskipanini er munin kaldari, tá ið tað rennur frá hitaskipanini, og er tá stutt til tað frystir. Tí er lætt við teirri tøkni, sum er í sjóhitaskipanini, eisini at kunna fyrsta.
Hesi rørini verða nú løgd, og eftir ætlan letur skoytibreytin upp fyrst í desember. Hon verður 380 fermetrar til støddar.
(Kelda: Dávur Winther)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald