Eftir sjey vikur við útfaringarforboði, sleppa spaniólar nú aftur út at røra seg. Hetta er ein liður í stigvísu upplatingini av spanska samfelagnum.
Spania er millum tey londini, ið eru harðast rakt av koronasmittuni, og í mars varð landið latið aftur. Hetta hevði millum annað við sær, at útfaringarforboð varð sett í verk, so spaniólar bert kundu fara út, um tey høvdu alneyðug ørindi.
Fyri góðari viku síðani varð forboðið linkað, so børn undir 14 ár aftur kundu sleppa út at spæla í einum avmarkaðum tíðarskeiði.
Men sama dagin sum spaniólar fingu loyvi at fara útum aftur, fór talið á deyðum koronasjúklingum uppum 25.000.
Sambært sponsku heilsumyndugleikunum, eru 276 fólk við koronasmittuni deyð seinasta samdøgrið. Sostatt er samlaða deyðstalið nú 25.100. Hetta svarar til 53 andlát per 100.000 íbúgvar, skrivar Ritzau.
Sambært uppgerð hjá Johns Hopkins University, eru 213.435 smittutilburðir staðfestir í Spania.
Talið á nýggjum tilburðum er minkað seinastu tíðina, og heilsuverkið er við at finna fótafesti aftur. Tí er vónin, at gongd skjótt kann fáast á búskapin aftur við einari stigvísari upplating.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald