Innanlands

Nú verður søkt eftir trimum stjórum til sjúkrahúsverkið

Nú verður søkt eftir stjórum til øll sjúkrahúsini. Ovasti leiðari fyri Sjúkrahúsverkinum skal eisini finnast

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-04-04 21:17 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tá Jóanis Erik Køtlum segði seg úr starvi fyri umleið einum mánaða síðani, var hann tann triðji sjúkrahússtjórin, sum boðaði frá at hann fór úr starvinum. Tí var samstundis greitt, at nýggir stjórar skuldu finnast á øllum sjúkrahúsunum í Føroyum. Stjórin fyri landssjúkrahúsið verður eisini forstjóri fyri øll sjúkrahúsini. 

Sí eisini: starvslýsing 

- Stjórarnir skulu vera álítandi og kunna samstarva væl í einum leiðslutoymi, ganga á odda innan leiðslu og skipað góðar umstøður fyri fakligari menning og gransking, stendur millum annað í starvslýsingini. 

Gjørdist politiskt mál 
Siðani sjúkrahúsnýskipanina hjá samgonguni varð løgd fram summarið 2016, hevur leiðarin á landssjúkrahúsinum verið forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, sum umframt at fevna um tey føroysku sjúkrahúsini, eisini fevnir um sjúklinga gistingarhúsið í Keypmannahavn. Og politikkarar úr Norðuroyggjum hava víst ónøgd við hetta. 

Tá tað seinni gjørdist greitt, at stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, fór úr starvi sínum hetta summarið og starvslýsing ikki varð send úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum, gjørdist tað eitt politiskt mál. Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vildi eitt nú hava at vita, um ætlanin yvirhøvur var at søkja eftir einum nýggjum stjóra. Í fyrispurningi hin 6. mars 2019 til landsstýriskvinnuna spurdi hann, hvar heitið á nýggja stjóranum fór at verða. 

Landsstýriskvinnan segði tá, at umsókn fór at verða send miðlunum, og nú er umsóknin so sett í miðlarnar. 

Umsóknarfreistin er 23. apríl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder