Síðst í februar gjørdu stórar kreftir um seg í Nólsoy. Illveðrið rakti vøllin í bygdini, og økið rundan um hann hart, og eisini brimverjuna eystanfyri bygdina.
Soleiðis sá fótboltsvøllurin út dagin eftir
Eftir eina vitjan í Nólsoy í vikuni eftir tað, staðfesti Annika Olsen, borgarstjóri, at Nólsoyggin er við at fara í tviningar, og at neyðugt var við einari haldgóða loysn
Nú Hóskvøldið 4. juni klokkan 17.00 verður borgarafundur hildin í bygdarhúsinum í Nólsoy, har ætlanin er, at tosað verður um støðuna viðvíkjandi raktu økjunum.
Hetta boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu sínar.
Barbara Mikkelsen, leiðari á býarskipanardeildini, kemur at greiða frá støðuni viðvíkjandi vøllinum og økinum kring hann. Umboð fyr teknisku deild hjá býráðnum fara at tosa um brimverjunaan eystanfyri bygdina, áðrenn orðið verður givið frítt
Les eisini: Nú er ruddað og hampað í Nólsoy
Innanlands
Nú verður borgarafundur um umvælingarnar í Nólsoy
Tórshavanr kommuna fer hósdagin at kunna borgararnar um vøllin og økið við vøllin, umframt brimverjuna eystanfyri byrgdina
2020-06-02 12:57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald