Innanlands

Nú verður farið undir at breiðka Marknagilsvegin

Tórshavnar kommuna hevur skrivað undir sáttmála við Konsax um arbeiðið

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-10-26 15:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðið at nútímansgera ferðsluviðurskiftini við Marknagil fer nú gongd. Í morgun er sáttmáli undirskrivaður við byggifyritøkuna KONSAX um arbeiðið at breiðka Marknagilsvegin. 

Arbeiðið strekkir seg frá Dánjalstrøð til og við íbindingina undir Gráasteini. Sáttmálaupphæddin er kr. 10.382.000 umframt MVG. Arbeiðið byrjar beinanvegin og er ætlað liðugt 1. september 2019.
 
Miðað verður ímóti, so vítt møguligt alla tíðina meðan arbeitt verður, at hava tvær koyribreytir opnar, soleiðis at ferðslan verður tarnað minst møguligt. 
 
Sum partur av hesi verkætlan vera eisini settar upp tvær ljósreguleringar.
[object Object] 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder