Innanlands

Nú verður farið undir eykabátin

Løgtingið endaliga samtykt uppskotið um eykabát

Mynd: Samferðslumálaráðið

Mynd: Samferðslumálaráðið

2018-10-05 14:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið samtykti endaliga fyri løtu síðani uppskotið hjá Henriki Old, fyrrverandi landsstýrismanni, at fara í holt við eykabát til Strandferðsluna.

Á tingfundi 25. september varð atkvøtt um at víkja frá øllum tíðarfreistum og øllum viðgerðarstigum. Tað varð samtykt, og tí hevur tað gingið ógvuliga skjótt fyri seg.

Álitið frá fíggjarnevndini kom í gjár, og í dag vóru bæði onnur og triðja viðgerð í málinum.

Eykabáturin, sum er ein 27 metrar lang tríkilja fer at kosta 34 milliónir krónur. Løgtingið samtykti at játta 16 milliónir fyri í ár, og tørvur er á 18 milliónum krónum í 2019.

Ætlanin er at eykaskipið skal vera liðugt miðskeiðis í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder