Innanlands

Nú verður gjørt klárt til Ólavsøku

Fyrireikingarnar fara nú at merkja høvuðsstaðin

2018-07-20 11:30 Author image
Ari av Rana
placeholder

Næsta vikuskiftið er tjóðarhátíð føroyinga, og hátíðin verður serliga hátíðarhildin í høvuðsstaðnum. Býurin skiftir ham, og longu í morgin verður býurin ávirkaður av hátíðini.

Tórshavnar Ítróttarráð stendur á hvørjum árið fyri tivoli á Skálatrøð og soleiðis verður aftur í ár. Fyrireikingarnar til tivoli byrja í morgin, har tjald og annað verður stillað upp, og hetta merkir, at Skálatrøð verður stongt fyri parkering frá í annaðkvøld til 1. august á middegi.

Meðan Ólavsøkan verður mælt til at parkera við Skipasmiðjuna, SMS og í Gundadali, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni. Eisini minnir kommunan á, at bussleiðis koyrir oman í Steinatún, um ein parkerar eitt sindur uttanfyri miðbýin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder