Týsdagin 30. oktober verður lutakast um grundstykkini í Klingurstjørn 2 avgreitt.
Í august skrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um ger av 45 grundøkjum við Klingurstjørn á Argjum. Arbeiðið skal ganga skjóttt, og sambært arbeitstakarasáttmálanum er rammutíðarætlanin sett til einans 15 mánaðir.
Landsbyggifelagið hevur prosjekterað og tekur sær av byggileiðslu og eftirliti. Spreingiarbeiðið er mett at taka umleið tríggjar mánaðir og verður væntandi liðugt um mánaðarskiftið november/desember.
Tá ið liðugt er at spreingja, verður farið undir at planera tey 45 grundøkini í útstykkingini, ið skulu handast Tórshavnar kommunu 1. august 2019.
Tey 45 stykkini verða lutað út eftir broyttu mannagongdini um útlutan av grundstykkjum í kommununi. Gott og væl 200 fólk meldaðu til lutakastið, áðrenn freistin gekk út 2. september, men luttøkutalið verður nakað minni, tí fleiri hava ikki sent kommununi váttan um fígging, meðan onnur lúka ikki aðrar treytir fyri at vera við í lutakastinum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Til dømis kunnu pør bert vera skrásett sum ein luttakari í lutakastinum. Í komandi døgum fer Snarskivan at ringja til øll hesi, og síðan verður ein teldupostur sendur øllum luttakarum, har greitt verður nærri frá, hvussu og nær lutakastið fer fram.
Innanlands
Nú verður Klingurstjørn 2 útlutað
45 grundøki verða við Klingurstjørn á Argjum
Nú verður Klingurstjørn 2 útlutað
2018-10-04 13:23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald