Innanlands

Nú verður rundkoyringin gjørd

Væntandi verður arbeiðið liðugt 15. desember

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-12-12 11:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í sambandi við gerð av rundkoyring við Landavegin, Heygsvegin og Íslandsvegin, verður eingin ferðsla loyvd niðan eftir Landavegnum beint eftir rundkoyringina við Frælsið, frá Heygskrókinum til Landavegin og á Landavegnum frá Noregsvegnum til Íslandsvegin.

Roknast kann við at omanfyri nevnda vegarbeiðið verður liðugt nú leygardagin 15. desember, skrivar Tórshavnar kommuna.

Í hesum tíðarskeiðnum, meðan arbeitt verður, koyra leið 3 og 5 eftir Dalavegnum og Marknagilsvegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder