Innanlands

Nú vil Heðin Mortensen hava svar frá Landsverk

Ein røð av spurningum um Glasir er nú sendir Landsverki

Heðin Mortensen

Heðin Mortensen

2018-12-04 16:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsverk hevur nú fingið eina røð av spurningum frá Samferðslumálaráðnum og Heðin Mortensen, landsstýrismanni.

Talan er um eitt 23 síður langt skjal, har landsstýrismaðurin biður um frágreiðing í sambandi við byggingina av skúladeplinum í Marknagili, Glasi. Skúladepilin sum ikki vísti seg at halda kostnaðin, og tí hevur Landsverk biðið um pening frá løgtinginum at rinda eykarokningar við.

- Endamálið við gjøgnumgongdini og svarunum upp á spurningarnar er í fyrstu atløgu at fáa eina mynd av leiklutinum hjá LV í samband við verkætlanina Glasir. Tá ið frágreiðingin er liðug, fer SMR at viðgera hana og at gera niðurstøður, um ella hvussu farast skal víðari við málinum, og møguliga meta nærri um, hvussu almennar byggiverkætlanir frameftir kunnu verða betri skipaðar og stýrdar, sigur Samferðslumálaráðið í innleiðingini.

- Spurningarnir snúgva seg m.a um skipanarlig viðurskifti, verkætlanarleiðsluna hjá Landsverki, sáttmálaviðurskifti fyri verkætlanina fyri bæði ráðgevarar og arbeiðstakarar, fíggjarstýring, tíðarstýring, váðastýring, samskifti og kunning og annað, sum verður mett viðkomandi fyri málið.

Umframt svar uppá spurningarnar, verður Landsverk eisini biðið um at at seta upp eina dagførda kostnaðarmeting, við upprunakostnaði og frávikum, fyri mest týðandi postarnar.

Svarfreistin er mikudagin 12. desember.

Allir spurningarnir síggjast her (PDF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder