Innanlands

Nýbygningur nummar 50 handaður til Luna

Tvíkiljan er handað alifelagnum Luna og hevur fingið navnið Ritunøva

2018-08-08 14:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fagrasta veðrið í gjáramorgunin stevndi nýbygningur nummar 50 hjá KJ út av Fuglafirði.

Tvíkiljan er handað alifelagnum Luna og hevur fingið navnið Ritunøva.

Ritunøva er 15,5m long og 7m breið. Tvíkiljan hevur 2 framdriftsmotorar uppá hvør 425 Hk, og ein 100 KVA ljósmotor. Av deksútgerð kann nevnast ein Palfinger 50 tons/metur krani, eitt 10 tons deksspæl, ein kapstanur uppá 6 tons og tríggir uppá 1 tons.

Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Hetta er nýbygningur nr 50 sum KJ hevur smíðað, og nr 9 til Luna.

Tvíkiljan Ritunøva er gjørd í tøttum samstarvi við Luna, har serligur dentur er lagdur á gott arbeiðsumhvørvi. Hon skal vera góð og trygg at arbeiða við í øllum líkindum, og nógv er gjørt fyri at fáa ljóðviðurskiftini so góð sum til ber.

Ritunøva er heimahoyrandi í Bø.

Undirveitarar eru m.a.:
Kári Jóhannesen
Bátatænastan
PFJ EL
Radiobúðin
Gummibátatænastan
Sámal í Jógvansstovu

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder