Innanlands

Nýggi forsetin vil flyta sendistovuna til Jerusalem

Forsetin í Brasilia fer at fylgja í fótasporunum hjá Donald Trump

Jair Bolsonaro, forseti í Brasilia

Jair Bolsonaro, forseti í Brasilia

2018-11-01 17:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nývaldi forsetin í Brasilia, Jair Bolsonaro, verður av fleiri mettur at verða ein lættari útgáva av amerikanska forsetanum Donald Trump. Um so er ella ikki, so letur hann í hvørt fall til at verða samdur við amerikanska forsetanum á summum økjum.

Eitt av hesum økjunum er um støðuna hjá Jerusalem í Ísrael. Donald Trump skapti øsing millum muslimar í Ísrael, tá hann flutti amerikansku sendistovuna í Ísrael úr Tel Aviv til Jerusalem. Við hesum viðurkendi hann Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, og hetta hóvaði ikki mongum.

Nú sigur Jair Bolsonaro, at hann hevur ætlanir um tað sama. Bolsonaro hevur, sambært ísraelskum miðlum, sagt, at hann er sinnaður at flyta brasilsku sendistovuna í Ísrael úr Tel Aviv og til Jerusalem, eins og Donald Trump gjørdi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder