Uttanlands

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line í Hirtshals tikin í brúk

Nýggi terminalurin hevur 2.700 fermetrar til lagur og 600 fermetrar til kontór

Mynd: Hirtshals Havn

Mynd: Hirtshals Havn

2018-10-25 14:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line í Hirtshals er nú tikin í brúk. Terminalurin hevur pláss fyri 2.700 fermetrar til lagur og 600 fermetrar til kontór.

Smyril Line hevur havt ferðaskrivsstovu í Hirtshals Transportcenter síðani 2012, men tá man byrjaði at planleggja Smyril Line Cargo Danmark, var hildið, at ferðadeildin eisini skuldi undir sama tak. Tí er ferðskrivsstovna hjá Smyril Line Danmark nú flutt í nýggjan bygning.

Framyvir fer Smyril Line at skipað alla sína frakt frá nýggja terminalinum í Hirtshals Havn, skrivar Hirtshals Havn á heimasíðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder