2018-10-26 20:09
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er farið undir at framleiða føroyskar eftirkanningarlistar at gera arbeiðsplássmetingar (APM) við.
Endamálið við arbeiðsplássmetingum er at avdúka arbeiðsumhvørvistrupulleikar, fyri síðan at loysa trupulleikarnar.
Higartil eru tríggir eftirkanningarlistar til APM framleiddir. Teir eru til sjúkrahús, sambýlir, bústovnar og onnur heim umframt til dagtilboð, verkstaðir og virkishús, skrivar Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
Fleiri eftirkanningarlistar verða lagdir út á heimasíðuna hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum so hvørt teir eru framleiddir.
Trýst her fyri at lesa meiri um arbeiðsplássmetingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald