Tveir nýggir flokkar av tilflytarum á Kvøldskúlanum hava nú tikið skeiðini “Føroyskt sum annaðmál”. Talan er um tveir flokkar, sum í gjár fingu váttan fyri at hava lokið framhaldsskeið, sum byggir á grundskeið, sum var síðsta heyst.
Átta næmingar eru í fyrsta flokki. Fleiri av hesum hava tikið styttri og longri víðarilestur á politekniskum skúlum og universitetum. Lærari er Alina Jespersen, sum sjálv er russisk av uppruna og bert hevur verið í Føroyum í tvey ár. Framhaldsskeiðið byggir á grundskeið, sum var síðsta heyst.
Í øðrum flokki eru tólv næmingar, sum hava nakað av skúla og/ella handverksliga útbúgving - og næmingar, sum hava miðal langa og langa útbúgving. Lærari hevur verið Bergljót av Skarði.
Myndirnar av ovurfegnu næmingunum vórðu tiknar í gjár, tá Jógvan Sørin Hansen, skúlastjóri á Kvøldskúlanum, handaði váttaninar. Skeiðið svarar til A1 støði í CEFR skipanini.
Næmingarnir hildu røður, sungu fleiri sangir og framførdu sjónleik um Páll Fanga - alt á klingandi føroyskum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Innanlands
Nýggir føroyingar á føroyskum
20 tilflytarar hava tikið skeið í føroyskum sum annaðmál
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-03-29 14:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald