Uttanlands

Nýggir smittutilburðir í Kina

Býurin Shulan er nú avbyrgdur eftir at nýggir koronatilburðir eru staðfestir

Í Beijing fyrireika tey seg til stóru fólkakongressina, ið verður sett í hesi vikuni (Mynd: EPA)

Í Beijing fyrireika tey seg til stóru fólkakongressina, ið verður sett í hesi vikuni (Mynd: EPA)

2020-05-19 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kinesiskir myndugleikar hava sett strong tiltøk í verk í býnum Shulan orsaka av nýggjum tilburðum av koronavirus.

Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian.

Umleið 700.000 fólk búgva í býnum, har tað nú verða sett tiltøk í verk, líknandi teimum, sum myndugleikarnir brúktu í Wuhan.

Bert ein persónur frá hvørjum húsarhaldi sleppur út úr heiminum í tveir tímar annan hvønn dag. Tað er bert loyvt at fara út fyri at fáa til vega neyðugar vørur, skrivar The Guardian.

Nýggjur miðdepul fyri farsóttina
Floksblaðið China Daily umrøddi í gjár Shulan sum ”ein nýggjur miðdepul fyri farsóttina í Kina”. Minst 34 fólk í Jilin-landslutinum, har Shulan liggur, hava fingið staðfest korona hesar báðu seinastu vikurnar.

Jinlin setti tiltøk í verk í undanfarnu viku. Eitt nú vórðu skúlar stongdir, og bannað varð fólki at savnast. Tok og bussar uttanífrá vórðu støðgað fyri at forða fyri fleiri smittaðum. Tiltøkini, sum nú eru sett í verk í Shulan eru uppaftur harðari.

Samstundis sum tíðindini berast um smittutilburðir í Shulan, varð eisini boðað frá nýggjum tilburðum í Wuhan, har teir fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir í fjør.

Næstan 2.000 kilometrar eru millum býirnar.

Sun Chunlan, sum er limur í politbyronum, ovastu leiðsluni í kommunistaflokkinum, varð send til Jinlin-landslutin fyri at kanna málið. Hon vitjaði sjúkrahús, handlar og apotek í Shulan og Fengman-økinum. Seks lokalir myndugleikapersónar eru nú sett frá embæti sínum, teirra millum lokali leiðarin í kommunistaflokkinum, skrivar miðilin SCMP sambært nrk.no.

Fólkakongressin fer at lata upp
Seinni í hesi vikuni verður fólkakongressin sett. Fólkakongressin er ovasti lóggevandi myndugleiki í Kina. Ætlanin var, at fólkakongressin skuldi setast 5. mars, men hetta varð útsett orsaka av koronafarsóttini.

Sambært kinesiskum miðlum fer Kina at lata upp fyri markaeftirlitinum eftir at fólkakongressin hevur verið. Hetta merkir, at kinesarar, ið hava lisið uttanlands, og nú eru liðug við lesnaðin, kunnu koma heimaftur. Eisini verður gerandisdagurin lættari fyri handilsferðandi, skrivar The Global Times.

- Kina kann nú handfara innfluttar smittutilburðir í smærri nøgdum, sigur ein serfrøðingur í fólkaheilsu á universitetinum í Beijing við blaðið.

Síðst í apríl kudu kinesarar ferðast frítt innanlands fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder