Innanlands

Nýggj andlit í javnaðarfeløgunum kring landið

Men bara í Vágum, at nýggjur formaður er komin

Edvard í Skorðini Joensen, nýggjur formaður í Vága Javnaðarfelag

Edvard í Skorðini Joensen, nýggjur formaður í Vága Javnaðarfelag

2019-04-02 20:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú limafeløg Javnaðarfloksins hava havt aðalfundir seinastu tíðina er greitt, at flestu nevndirnar halda fram. Nakrar útskiftingar hava tó verið, og serliga sæst, at fleiri kvinnur halda seg framat. Í Vága Javnaðarfelag hevur Benjámin Lydersen lagt frá sær sum formaður og Edvard í Skorðini Joensen hevur tikið við. 

Fleiri nýggj andlit eru at síggja í limafeløgunum kring landið. Av nýggjum nevndarlimum eru vald Ann-Elisabeth Eldevig Joensen, Ásla Breyt Danielsen og Barbara Gaardlykke Apol fyri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Edvard í Skorðini Joensen og Helena Jørgensen fyri Vága Javnaðarfelag, Verner Olsen fyri Eysturoyar Javnaðarfelag, Beinta Simonsen fyri Sandoyar Javnaðarfelag og Elvis Leo og Barbara Brattalíð fyri Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.  

Allir formenn og -kvinnur í limafeløgunum halda fram uttan í Vágum, har formansskifti hevur verið. Benjámin Lydersen, sum seinastu árini hevur verið formaður í Vága Javnaðarfelag, hevur valt at fara í næstformanssessin, og í hansara stað er komin Edvard í Skorðini Joensen. Edvard hevur fyrr verið uppstillaður fyri Javnaðarflokkin, og hevur nú sett sær fyri, saman við nevndini í lokalfelagnum, at styrkja flokkin í Vágum.  

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder