Nýggj app hjá BankNordik skal gera tað lættari hjá børnum at halda skil á penganýtsluni. Pengaskápið er ein einføld og ókeypis app, sum er serliga væl egnað til at geva børnum yvirlit yvir t.d. lummapengar og samansparing.
Við Pengaskápinum kunnu børn fáa yvirlit yvir, hvussu nógv tey spara saman og brúka. Pengaskápið er serliga ætlað børnum frá sjey ára aldri, og talan er um eina
einfalda app á tann hátt, at tað ikki ber til at gera flytingar. Tí er eingin vandi fyri, at barnið flytur pengar av kontuni av óvart. Foreldur avgera, hvør konta hjá barninum skal knýtast at Pengaskápinum, og sostatt er ikki neyðugt at vísa t.d. barnasamansparingar í appini.
Nógv børn úr 10 ára aldri hava í dag eitt Mastercard Debit gjaldskort, sum ikki kann fara í minus. Við nýggju appini kann barnið sjálvt hyggja í Pengaskápið á telefonini
og kanna, hvussu nógv stendur á kontuni, sum er knýtt at gjaldskortinum.
“Við appini vilja vit stuðla undir at geva børnum og ungum eina grundleggjandi fatan av fíggjarviðurskiftum og penganýtslu. Vit vita, at børn fáa áhuga fyri pengum, meðan tey enn eru smá, og tá hava foreldur ein gyltan møguleika at leggja skynsamar pengavanar í børnini. Við Pengaskápinum kunnu børnini longu frá ungum árum fáa eina kenslu av ábyrgd fyri egnum pengum, og tí vóna vit, at børnini fara at fáa gleði av appini,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.
KT-íløgur í brúkaravinarligar loysnir
Nýggja appin er bert eitt av fleiri talgildum átøkum hjá BankNordik. Í 2018 varð ein triðingur av øllum KT-útreiðslunum hjá bankanum brúktur til at gera íløgur í brúkaravinarligar, talgildar loysnir, ið skulu gera tað lættari at vera viðskiftafólk í bankanum, og eftir ætlan heldur arbeiðið at menna betri og snildari loysnir fram í 2019. Appin er tøk til telefonir við iOS og Android stýrisskipan.
- BankNordik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald