Innanlands

Nýggj bátahavn til 250 bátar

Býráðið í Havn játtaði í kvøld at seta 10 milliónir krónur av í 2020 og 15 milliónir krónur av í 2021 til bátahavn í Álakeri

2019-11-28 23:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein nýggj bátahavn í Álakeri verður eitt nýtt frítíðarstað í høvuðsstaðnum. Býráðið hevur sett 25 milliónir krónur av til verkætlanina í 2020 og 2021. 

- Bátahavnir seta sín serliga dám á býarmyndina, og skjótt fáa vit eina slíka aftrat - eitt nýtt Vágsbotn úti í Álakeri, sigur Bogi Andreasen, býráðslimur.

Býráðið hevur í kvøld samtykt at seta 25 milliónir krónur av til eina bátahavn í Álakeri - 10 milliónir krónur í 2020 og 15 milliónir krónur í 2021.

Nýggja bátahavnin í Álakeri fer at hava pláss fyri 250 bátum. Økið uppi á landi verður fríðkað og bygt út til eitt hugnaligt frítíðarøki, har fólk kunnu spáka og njóta serliga dámin, sum ofta eyðkennir eina bátahavn.

Umstøðurnar at taka bátar upp at vaska ella mála verða gjørdar tíðarhóskandi, so at tað verður ómakaleyst at røkja bátin í Álakeri. Ætlanin er eisini at byggja skúrar, sum bátaeigarar kunnu leiga at goyma útgerð o.a. Skúrarnir verða bygdir ásannandi, at í framtíðini fara alsamt fleiri fólk at búgva í íbúðum, har tað er minni rúm at goyma bátaútgerð enn í sethúsum.

Í verkætlanini er íroknað eitt sonevnt "undirhús" til hugna og samveru, og Havnar Róðrarfelag fær í verkætlanini ein nýggjan bátadrátt. Harumframt fær Róðrarfelagið Knørrur møguleika at byggja nýtt neyst uttan fyri Havnar Róðrarfelag, um áhugi er fyri tí. 

- Tað eru sjey ár síðani, eg fyrstu ferð skjeyt upp at byggja eina bátahavn í Álakeri, og eg fegnist stórliga um, at býráðið nú hevur tikið hetta stigið, sigur Bogi Andreasen.

(Trýst á myndina fyri at síggja í fullari stødd)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder