Mentan

Nýggj Bíblia ávegis

Ætlanin er at geva fyrstu føroysku bíbliuna í meira enn 60 ár út um 2-3 ár, sigur Bíbliufelagið

Frá vinstru: Marius Staksberg og Anfinnur Johansen frá Føroyamálsdeildin. Jóngerð Mikkelsen forlagsleiðari, Bergur D. Joensen formaður, Gunnar K. Nattestad aðalskrivari og Dánial á Dul Jacobsen næstformaður í Føroyska Bíbliufelagnum.

2019-08-25 13:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeiðið at geva fyrstu føroysku bíbliuna í meira enn 60 ár út, er nú komið væl áleiðis. Umboð fyri Føroyamálsdeildina hjá Fróðskaparsetrinum handaðu fríggjadagin Føroyska Bíbliufelagnum Nýggja testamenti, sum Hans Jacob Joensen frv. biskupur, hevur umsett úr grundmálunum. 

Anfinnur Johansen og Marius Staksberg frá Setrinum, sum hava lisið ígjøgnum og gjørt viðmerkingar, handaðu umboðum fyri Føroyska Bíbliufelagnum, skjølini fríggjadagin í kirkjuni á Argjum.

Ætlanin er at geva nýggju Bíbliuna út um 2-3 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder