Innanlands

Nýggj bók frá forlagnum “Leirkerinum”

Bíbilsk skaldsøga um Mariu, sum er ein av teimum fimm kvinnunum í ættartali Jesusar

2018-11-03 10:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Forlagið “Leirkerið” í Gøtu hevur júst givið út bókina “Maria”. Hon er ein bíbilsk skaldsøga um Mariu, sum er ein av teimum fimm kvinnunum í ættartali Jesusar.

Maria var móðir Jesusar. Bókin er skrivað út frá søguni um Mariu, sum vit lesa hana í Nýggja Testamenti.

Á baksíðuni á bókini stendur:

Maria var ein heilt vanlig ung kvinna, tá ið eingilin kom til hennara og boðaði frá, at Gud hevði valt hana til eina serstaka uppgávu: Hon skuldi verða við barn og eiga hin lovaða Messias. Men Maria hevði ongantíð verið saman við nøkrum manni, so hon kundi ómøguliga vera við barn. Antin var talan um svikaráð ella um undurverk.

Amerikanski rithøvundurin, Francine Rivers, hevur skrivað bókina. Hon hevur skrivað nógvar skaldsøgur – bæði bíbilskar og aðrar,  m.a. um tær fimm kvinnurnar í ættartali Jesusar. Tær eru umframt Mariu: Tamar, Rahab, Rutt og Batseba. Allar fimm bøkurnar fáast nú á føroyskum. Tamar kom út í 2013, Rahab í 2014, Rutt í 2015 og Batseba í 2016

Páll á Lakjuni hevur týtt bøkurnar til føroyskt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder