Nú verður aftur møguleiki at byggja sethús ella summarhús í Hesti, nú nýggj byggisamtykt er ávegis. Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Kommunan fær av og á umsóknir um keyp av grundstykki í Hesti, men av tí at eingin byggisamtykt hevur verið í Hesti, hevur m.a. ikki borið til at avgreiða byggimál og matrikkulmál í Hesti.
Umsitingin hevur tí arbeitt við byggisamtyktini og uppskot til byggisamtykt fyri Hest er nú klárt. Byggisamtyktin skipar fyrst og fremst bygdina í øki í mun til verandi viðurskifti, harumframt eru tvey nýggj øki – eitt bústaðarøki og eitt summarhúsøki.
Nýggja bústaðarøkið er staðsett eitt sindur norðan fyri bygdina, í millum verandi sethús og kirkjugarðin og beint sunnanfyri bygdina er eitt grundøki, 3300 m2 til støddar, ið Tórshavnar kommuna eigur. Talan hevur áður verið um at staðseta summarhúsøki á hesi ogn, og leggur skipanaruppskotið til byggisamtyktina somuleiðis upp til hetta.
Byggisamtyktin hevur verið til hoyringar við viðmerkingum frá Hest- og Koltursnevndini og komið er nú har til, at tekniski stjórin og leiðarin á byggi- og býarskipanardeildini mæla býráðnum til at góðkenna nýggja uppskotið til byggisamtykt fyri Hest. Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald