Mentan

Nýggj fløga og rørsluhefti frá Barnabata

Amboð leggjast aftur at Betri vinir-verkætlanini

2019-04-30 18:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi viku fáa allir dagstovnar í Føroyum, sum longu taka lut í Betri vinir verkætlanini, enn fleiri amboð. Fyri einum góðum árið síðani bjóðaði Barnabati øllum barnagørðum og frítíðarskúlum í Føroyum eitt nýtt amboð, sum við sínum mongu og væl royndu møguleikum er við til at útihýsa happing. Barnabati hevur, í samstarv við Red Barnet og Mary Fonden týtt og tillaga verkætlanina Fri for mobberi til føroysk viðurskifti.

Barnagarðar og frítíðarskúlar ið ynsktu at gerast partur av hesi verkætlan fingu eitt kuffert við ymiskum amboðum og hugskotum, um hvussu tey kunnu menna eginleikarnar sum eitt nú umsorgan, tolsemi, dirvi og virðing. At arbeiða við børnum broytist frá degi til dags, og tí er henda verkætlan eisini ein verkætlan, ið ikki stendur í stað. Hesa vikuna fáa tey ið hava Betri vinir amboðskassan, fleiri amboð at koyr í kassan.

Barnabati hevur framleitt eina fløgu við ymiskum sangum sum Guðrun Sólja, Jens Marni, Ung Stjørnuskot og barnakórið Dropar hava sungið. Hetta eru ikki einans sangir, men stuttlig sangspøl ið stimbra undir jaligar felags upplivingar.

Rørsluhefti er eitt 63 síðu langt hefti við hugskotum og stuttligum spølum, har børnini uppliva og venja virðini í Betri vinum. Í felagsspølum fáa tey møguleika at uppliva hvørt annað upp á aðrar mátar og finna saman í nýggjum vinalag. Samstundis fáa tey eisini royndir við sosialum spælireglum og samstarvi. Tey venja harvið týdningarmiklar sosialar førleikar, sum at rúma øðrum og virða mørkini hjá hvørt øðrum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder