Í dag hevur Posta givið út nyggj frímerki.
Fyrri heimsbardagi – krígslok 1918
Anker Eli Petersen lýsir við fýra myndum krígslokið í 1918. Á frímerkjunum lýsir hann hermótið í Fraklandi og Belgia, leiklutin hjá kvinnum í krígnum sum m.a. sjálvbodnar sjúkrasystrar, hermenn á veg heim og at enda hernaðarkirkjugarðarnar við gravsteinum í snórbeinum røðum. Tigandi varðar yvir ungar menn, ið ikki sluppu at liva tað lív, teir høvdu uppiborið.
Ræðuliga kríggið var av. Teir, ið komu frá tí við lívinum kundu fara heim – mangir við herviligum løsti og fleiri við kvølfullum minnum um eina ta størstu vanlukkuna, mannaættin hevur drigið inn yvir seg sjálva.
Regin Dahl 100 ár
Í ár eru 100 ár síðani at Regin Dahl (1918-2007) yrkjari, tónleikari og týðari varð borin í heim í Sandágerði. Lívsstarv hansara var hjá danska forlagnum Gyldendal sum forlagsráðgevi. Sum forlagsráðgevi var Regin Dahl við til at skriva danska bókmentasøgu, samstundis sum hann eisini endurnýggjaði føroyska yrking, tónleika-, menta- og bókmentasøgu. Regin Dahl fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 1973 og í 1979. Í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn landsins. Kim Simonsen legði útgávuna til rættis.
Føroysk klæðir III
Í triðju útgávuni um føroyska tjóðbúnan, eru vit nú komin til høvuðbúnan – kýsan, sum ikki longur er so vanligur hjá kvinnum í tjóðbúna, og húgvuna, sum ein javnan sær mannfólk í tjóðbúna bera. Og hervið eru vit komin at enda við frímerkjarøðini hjá Edwardi Fuglø um føroysk klæðir. Gerandisklæði úr nítjandu øld, ið gjørdist nútíðar gallabúni, brúktur av bæði ungum og gomlum til veitslu- og hátíðarløtur.
Halgimyndir
Ársins jólafrímerki mynda halgimyndir ella ikonar, sum tað eisini verður nevnt. Astrid Andreasen hevur teknað ein nýtímans ikon, har ein súla eisini er á. Hetta er úrslitið av eini verkætlan í Mykinesi har nakrar kvinnur lærdu seg at mála ikonar. Hin ikonurin er ein gamal russiskur ikonur frá 1786. Tað var Carl Niclasen úr H.N. Jacobsens bókhandli, sum keypti ikonin í 1970 og er hann enn ogn hjá bókhandlinum.
Russiski ikonurin avmyndar Gudsmóðir (Theotokos), sum er eitt tað kendasta ikon-motivið. Tað er siðvenja í Russlandi, at í samband við brúdleyp fær brúðurin ein ikon við Gudsmóðir í brúdleypsgávu.
Meira um áhugaverdu søgurnar handan frímerkini kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald