Innanlands

Nýggj granskingarverkætlan skal menna betri krabbameinsviðgerð

Talan er um eitt nýtt samstarv, sum umfatar FarGen, rannsóknarstovuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og onkolog og yvirlækna Peter Buhl. Tað snýr seg um at kanna vevnaðin hjá einstaka sjúklinginum fyri at hjálpa viðkomandi og læknunum

Peter Buhl starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og hevur stovnað AIDA Oncology (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

Peter Buhl starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og hevur stovnað AIDA Oncology (Mynd: Klaksvíkar Sjúkrahús)

2023-03-02 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt nýtt samstarv, sum umfatar FarGen og rannsóknarstovuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur fingið fýra milliónir í stuðli til gen-verkætlan frá Novo’s BII. Tað 
er felagið AIDA Oncology, sum er stovnað av Peter Buhl, onkologi og yvirlækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið hevur fingið peningin beinleiðis frá Bio Innovation Institute, sum er grundarlag undir NOVO Nordisk grunninum.

Klaksvíkar Sjúkrahús skrivar í fráboðan, at ein partur av verkætlanini skal røkjast av FarGen, undir leiðslu av Noomi O. Gregersen, har rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fer at greina krabbameins-vevna við nútímans RNA-sekventering. FarGen, sum er undir Fólkaheilsustýrinum arbeiðir við hesum saman við Center for Genomisk Medicin á Ríkissjúkrahúsinum.

- Hetta er eitt sera spennandi og umráðandi samstarv, sum í síðsta enda gagnar sjúklinginum. Tað er umráðandi, at vit alla tíðina menna nýggjar mannagongdir, ið kunnu betra um viðgerðarmøguleikar fyri krabbamein og aðrar sjúkur”, sigur Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari

Grundarlagið undir verkætlanini er at menna eina kanning, ið við at greina vevnaðin hjá einstaka sjúklinginum kann stuðla læknunum í at velja bestu viðgerðina fyri júst hendan sjúkling. Vónin er, at fleiri sjúklingar kunnu yvirliva krabbamein, við at fáa bestu viðgerðina í byrjanini av sjúkugongdini, og eisini at færri kanska fáa nyttuleysa kemoviðgerð, við møguligum hjáárinum.

- Hetta er ein góður møguleiki hjá okkum at vera við í hesum slóðbrótandi arbeiði. Fyri starvsfólkini, ið blíva ment nógv í hesum spennandi greiningar-arbeiði, fyri sjúklingin, ið fær ágóðan av hesum og tí vit eru eitt lítið sjúkrahús, sum sleppur at vera við til nakað størri

Hetta sigur Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum at enda skrivar, at toymið handan AIDA Oncology hevur fyrr, við góðum úrsliti, arbeitt við júst hesum kanningum. Tá var tað tó við meira ótíðarhóskandi tólum, og tí er vónin, at nýggir RNA-sekventeringskanningarhættir kunnu geva meira nágreiniligt innlit í, hvørjar ílegur eru umráðandi, fyri at ein serligur heiligvágur riggar fyri einstaka sjúklingin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder