
Í eina tíð hava ætlanir verið um at byggja nýggja hádeild til Sankta Frans skúla. Tórshavnar kommuna bjóðaði arbeiðið út, og í dag kunngerð kommunan, at
arbeiðstøkusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og HVT er undirskrivaður.
Tað var Húsavarðaratænastan (HVT), sum vann útboðið. Tórshavnar kommuna upplýsir, at sáttmálaupphæddin er 28,5 milliónir krónur.
- Við hesum fer Sankta Frans skúli at hava næmingar úr forskúla til 9. flokk, ið hevur verið stórt ynski hjá skúlanum í mong ár. Í skúlanum verða seks skúlastovur, umframt serhøli og fakhøli, eins og starvsfólkaumstøður og felags uppihald.
Sáttmálin undirskrivaður...
Nakað soleiðis fer bygningurin at síggja út (Myndir: torshavn.fo)
Bygningurin er umleið 1100 fermetrar og verður bygdur á stykkinum, sum Stella Maris vøggustova stendur á. Tórshavnar kommuna skrivar, at í næstu viku verður byrjað at taka Stella Maris-húsini niður.
- Í hesum sambandi verða gjørd átøk soleiðis, at niðurtøkan órógvar sum minst ferðsluna í økinum, serliga um morgunin, tá nógv ferðsla vanliga er til Sankta Frans skúla, Sankta Jósef´s barnagarð og miðbýin annars.Eisini verða atlit tikin til grannalagið, millum annað KFUK.
Sambært tíðarætlanini verður hádeildin tikin í nýtslu til skúlaárið 2024/25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald