Nógv kjak hevur altíð verið um tað at fólk selja tvøst og spik. Sagt verður ofta, at tá ein hevur fingið tvøst og spik í samband við grinda- og springaradráp, so eigur ein ikki at selja hetta við vinningi fyri eyga.
Meiningarnar eru nógvar um hetta er rætt ella ikki, og hóast mótstøðan er nógv, so kenna vit til, at tvøst og spik eitt nú verður selt í Vágsbotni.
Kjakið hevur stungið seg upp enn einaferð, sum spik.fo hevur sæð dagsins ljós. Á heimasíðuni ber til at keypa bakkar við turrari grind, spiki og turrum fiski, sum er klárt at eta, saltgrind ella turra ella lakasaltaða grind. Til ber til at avheinta matin ella fáa hann útkoyrdan.
Fyri at hyggja eftir hvat grindin verður seld fyri, verður t.d. 3 kg. av saltgrind seld fyri 450 kr. á heimasíðuni.
Hvussu er og ikki við kjakinum um hvørt tað er rætt ella ikki, skriva tey, sum reka heimasíðuna, at tey royndu hetta fyri fyrstu ferð í ár, og at móttøkan var ómetaliga góð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald