Í Eysturríki skulu øll, sum fara ti handils, nú vera í andaverju.
Tað hevur eysturríkska stjórnin boðað frá, sambært dpa tíðindastovuni.
Boðini verða givin fyri at minka um spjaðingina av koronavirus, sigur Sebastian Kurz, kanslari, sambært Reuters.
- Andaverjurnar verða deildar út framman fyri handilshúsum, og tað verður kravt, at øll bera tær, sigur Sebastian Kurz.
Hann leggur afturat, at vónin við átakinum eisini er, at fleiri fara at brúka hesar andaverjur yvirhøvur í almenninginum.
- Tað er ikki partur av okkara mentan, og vit skulu venja okkum við tað. Men tað er neyðugt, at vit taka slík stig fyri at minka um spjaðingina, sigur kanslarin.
Hetta var ikki einasta tiltakið, sum kom í gildi í Eysturríki í dag. Stjórnin hevur eisini biðið øll hotell um at lata aftur, skrivar eysturríkska tíðindastovan, APA.
Við hesum átaki er Eysturríki eitt av londunum í Evropa, sum hevur tikið mest víðfevnd stig í stríðnum móti korona.
Í dag vóru tilburðir við koronasmittu í Eysturríki komnir upp á 9.000. Staðfest eru gott 100 deyð við koronasmittu, sambært Ritzau.
---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald