placeholder
Uttanlands

Nýggj MFS-nevnd í Aalborg

Mánakvøldið setti MFS á stovn nevnd í Aalborg

2018-10-30 16:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aalborg hevur seinastu árini ment seg við rúkandi ferð sum lestrarbýur, og kappast eftirhondini við bæði Keypmannahavn og Aarhus um tey lesandi. Fleiri og fleiri føroyingar velja eisini at fara undir hægri lestur í Aalborg, og tað er tí heilt natúrligt, at MFS nú setir á stovn nevnd í norðurjútska høvuðsstaðnum.

Mánakvøldið skipaði MFS fyri stovnandi aðalfundi í hølunum hjá Álaborg, føroyingafelagnum í Aalborg, har MFS-nevnd varð sett á stovn í Aalborg á fyrsta sinni.

Heilt fitt av fólki møtti á fundinum, har Tummas Danielsen, limur í MFS-ráðnum og nevndini hjá MFS í Keypmannahavn, var komin at greiða frá um virksemi hjá MFS og leggja nýggju nevndini lag á.

Orðaskifti var á fundinum um, hvat virksemi nýggja nevndin kundi fara í holt við, og alt frá felags-evropeiskum útbúgvingarpolitikki til aalborgensiskt barrgrulv var uppi at venda.

Nevndin skipaði seg beint eftir fundin, og Elsubet Vidtfeldt varð vald til forkvinnu og Edit Fríðheim til næstforkvinnu. Ingi K. Midjord verður skrivari í nevndini og Finnur Beder er kassameistari.

Stórur áhugi var fyri nýggja felagnum, og ikki færri enn 13 fólk bjóðaðu seg fram at gerast partur av nevndini.

Nevndin fer alt fyri eitt í gongd við at gera góða trivnaðin, og góðu umstøðurnar hjá føroyskum lesandi í Aalborg, uppaftur betri.

Nýggja nevndin hjá MFS í Aalborg sær soleiðis út:

  • Elsubet Vidtfeldt, forkvinna
  • Edit Fríðheim, næstforkvinna
  • Ingi K. Midjord, skrivari
  • Finnur Beder, kassameistari
  • Tór Marni Weihe, nevndarlimur
  • Ári Lava Olsen, nevndarlimur
  • Renata Jensen, nevndarlimur
  • Jóna Mohr Højsted, nevndarlimur
  • Annika Mikkelsen, nevndarlimur
  • Ingigerð D. Tróndheim, nevndarlimur
  • Tóta Eilersdóttir Langgaard, nevndarlimur
  • Kristina Eliasen, nevndarlimur
  • Marianna Beder, nevndarlimur

Um MFS

MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder