Mentan

Nýggj pláta við Fróða Hansen

Hola kemur út á LP seinni í mánaðinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-04-29 09:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sangarin og sangskrivarin Fróði Hansen hevur júst latið frá sær sína fyrstu føroysku útgávu.

Útgávan kallast ’Hola’ og kann nú hoyrast á Spotify og øðrum talgildum miðlum. Hola kemur eisini út í fysiskum formati, men tað verður ikki sum fløga. Hola verður nevnliga útgivin sum LP pláta tann 25. mai, og verður seld í Tutl handlinum og á ymisku konsertunum, sum Fróði og bólkur hansara spæla í summar

Bárður Dal Christiansen hevur staðið fyri at gera plátuhúsan.

Hola varð innspæld í Studio Bloch í fleiri umførum í 2018. Fróði eigur øll løgini og tekstirnar, og í samstarvi við Mattias Kapnas, er tónleikurin lagdur til rættis í Sandavági, áðrenn farið hevur verið í Studio Bloch at innspæla.

Theodor Kapnas hevur ljóðblandað útgávuna og staðið fyri upptøkunum Tony Lindgren hevur mastrað.

Tónleikarar á útgávuni eru: Mattias Kapnas: klaver, moog, rhodes, orgul og trummumaskinu, Fróði Hansen: sang og slagverk, Andreas Tykjær Restorff: sello, Per Ingvald Højgaard Petersen: trummur, og Unn Paturson, Guðrið Hansdóttir og Eyð Steinbjørnsdóttir: kór 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder