Innanlands

Pelagos átti størsta vøksturin

JANUAR hevur latið gjørt roknskapargreining av 20 teimum størstu føroysku virkjunum í 2017

Pelagos átti størsta vøksturin í umsetningi í 2017 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pelagos átti størsta vøksturin í umsetningi í 2017 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-11-14 13:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hetta er fyrsta árið, har Januar ger eina slíka greining. Fyrsti parturin er avmarkaður til greining av umsetningi hjá teimum størru føroysku feløgunum.

Ætlanin við greinigini er, at hendan skal lýsa gongdina hjá teimum føroysku feløgunum fyri tey seinastu 5 árini, og harvið geva eitt innlit í hvussu gongdin hevur verið hesi seinnu árini, skrivar Januar á heimasíðu síni.

Umsetningurin í 2017 helt á at vaksa

Greiningin av teimum størru føroysku feløgunum vísir, at umsetningurin í 2017 hevur hildið á at økjast. Tá samanborið verður við størru feløgini í londunum rundan um okkum sæst, at vøksturin í umsetningi er hægri hjá føroysku feløgunum.

Vøksturin í umsetningi fyri 2017 varð 6,3% (2016: 3,7%), og 12 av teimum 20 feløgunum upplivdu ein vøkstur (2016: 10).

Her kanst tú taka niður fyrsta part av greiningini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder