Runavíkar býráð hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð skipa seg í samgongu og andstøðu. Orsøkin er at býráðið ikki kundi góðtaka støðuna, har umboðið á Lista C seinastu tíðina hevur lagt eftir persónum í umsitingini í lesarabrøvum í almenna rúminum.
- Listi A og Listi B, ið fingu ávikavíst átta og tveir býráðslimir valdar (10 av 11), á kommunuvalinum í 2016, hava viðgjørt politisku støðuna, sum er íkomin, eftir at umboðið hjá Lista C, ið m.a. hevur sitið á formanssessinum í teknisku nevndini, tað sum farið er av hesum valskeiðnum, - hesa seinastu tíðina av órøttum er farin at leggja harðliga eftir persónum í umsitingini í lesarabrøvum í almenna rúminum. Hetta eru persónar sum meginregluliga ikki fáa vart seg, táið teir ikki eru partar av politisku skipanini, skrivar nýggja samgongan á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.
Tá býráðið skipaði seg fyri sløkum tveimum árum síðani, var semja um, at øll umboðini fyri Lista A (8), B (2) og C (1) gingu saman í eina og somu samgongu, har javnbjóðis rættur var til býti av nevndar- og álitissessum. Samsvarandi hesum vann eina umboðið hjá Lista C sær nevndarsess í vinnu- og havnanevndini, formanssessin í teknisku nevnd, nevndarsess í staðbundnu nevndini fyri Elduvík/Funningsfjørð og sess í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið (samstarv millum Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommunu).
Nú Runavíkar býráð er skipað av nýggjum, er greitt, at nýggja samgongan eigur allar nevndar- og álitissessir einsamøll. Nýggja samgongan hevur í hesum viðfanginum avgjørt, at Jóhan Vest tekur sæti í vinnu- og havnanevndini, Selinda í Heiðunum í teknisku nevnd (har Kristian Gaardbo nú er valdur formaður), Kári Egholm Jacobsen tekur sæti í staðbundnu nevndini fyri Elduvík/Funningsfjørð og Terje Beinar Vestergaard í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald