Innanlands

Nýggj skelti kunna ferðafólk

Reynabúgvar hava greitt Tórshavnar kommunu frá, at ferðafólk eru komin heldur nær og hava kagað inn í stovurnar hjá fólki. Hetta átakið fer at bøta um kunningina til ferðafólkini

Oddmar Olsen, formaður í Reynanevndini, og Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í Tòrshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Oddmar Olsen, formaður í Reynanevndini, og Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í Tòrshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-05-30 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Reynabúgvar fegnast um nýggj selti, sum eru sett upp úti á Reyni í Havn. Saman við nýggju skeltunum eru eisini nýggir snøggir lyktarsteyrar settir upp.

Skeltini eru ætlað ferðafólkum, har tey fáa at vita, at tey skulu virða tey, sum búgva í hesum søguliga býarparti, skrivar Tórshavnar kommuna.

- Reynabúgvar hava greitt okkum í kommununi frá, at ferðafólk eru komin heldur nær og hava kagað inn í stovurnar hjá fólki. Hetta átakið fer at bøta um kunningina til ferðafólkini, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í kommununi.

Tað eru teir báðir Sámal Blak og Heiðrikur á Heygum, sum hava sniðgivið skeltið í samstarvi við kommununa. Lyktarsteyrar hevur Býarskipanarleildin valt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder