
Ahmed al-Sharaa, forseti í Sýria hevur um vikuskiftið skipað nýggja skiftisstjórn í Sýria.
Endamálið hjá nýggja sýriska stýrinum er at "uppbyggja ein sterkan og haldgóðan stat", sigur al-Sharra.
Higartil hevur eitt toymi av ráðharrum tikið sær av stjórnaruppgávum í Sýria, síðan stýrið hjá Bashar al-Assad varð koyrt frá í desember.
Sýriski uttanríkismálaráðharrin og verjumálaráðharrin verða verandi í teirra sessum, og í minsta lagi ein kvinna er í nýggju sýrisku stjórnini. Hon verður sosial- og arbeiðsmálaráðharri, skrivar Ritzau.
Al-Sharaa varð í januar útnevndur til virkandi forsætisráðharri í Sýria. Tá lovaði hann at skipa eina "fevnandi skiftisstjórn, sum umboðar ymisk samfeløg".
Fáar vikur seinni varð fyribils stýrisskipan undirskrivað, sum skal vera galdandi í einari skiftistíð á fimm ár. Sambært stýrisskipanini hava kvinnur rætt til útbúgving og arbeiði umframt politisk rættindi.
Ahmed al-Sharaa hevur staðið á odda fyri uppreistrarbólkinum Hayat Tahrir al-Sham (HTS), sum spældi ein stóran leiklut í uppreistrinum móti Assad-stýrinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald