Innanlands

Nýggj tænasta heintar matin fyri teg

Heinta.fo, sum verður rikið av ungum íverksetarum, er nýggj heimasíða har til ber at bíleggja mat, og fáa hann koyrdan til dyrnar

(Mynd: Teitur F. Andreasen)

(Mynd: Teitur F. Andreasen)

2018-10-06 10:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri einum góðum ári síðan var tankin um at gera eina tænastu, ið koyrir mat út fyri tað alsamt vaksandi matstovuvinnuna í Føroyum, bert ein tanki hjá 19 ára gamla Teiti F. Andreasen, ið til dagligt gongur á Glasi.  

Tankin vaks tó støðugt, og er nú vorðin veruleiki. Heinta.fo er ein vælvirkandi heimasíða, fyrirøkan hevur fingið sær bil og hevur gjørt avtalur við Angus Steak House, Café Sandwich, City Burger, Pizza King, Sentrum Pizzaria og Take Away Steinatún í Havn. 

Eftir at hava testað heinta.fo í nakrar vikur, er tænastan nú almenn, og fyrstu búffarnir, pitsurnar, burgararnir og durumrullurnar eru koyrdar út til svong havnafólk. Til ber eisini at keypa á síðuni, og sjálvur heinta matin. 

Skipanin er nemm at brúka, við at trýsta inn sítt postnr. fær man eitt yvirlit yvir tær matstovur, ið eru í økinum, og har kann man velja í matskránni og keypa tað, ið man vil hava. Man fær síðan boð, um nær maturin væntandi kemur, og so er bara eftir at dekka borð.

Aftanfyri Heinta.fo standa Teitur F. Andreasen og beiggi hansara 18 ára gamli Áslakur Holm. Í løtuni eru 6 matstovur í Havn á skipanini, og koyrt verður út í Havn, á Argir, á Norðasta Horn og til Hoyvíkar. Men ætlanin eru at fáa enn fleiri matstovur við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder