Innanlands

Nýggj Telebúð í Hoyvík

Í dag letur nýggj og stásilig Telebúð upp í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík

(Mynd: Føroyaprent)

(Mynd: Føroyaprent)

2018-10-05 11:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Upplatingardagurin verður hátíðarhildin við millum annað avbera góðum tilboðum, livandi tónleiki og undirhaldi fyri børn.

Tað var miðskeiðis í juni í ár, at arbeiðið við at bróta niður og byggja nýggja Telebúð í høvuðssætinum hjá Føroya Tele, Klingruni, í Hoyvík fór í gongd. Fýra mánaðir seinni letur ein nýggjur og stásiligur handil upp.

Hans Jákup Langgaard er stjóri í FT Samskifti, og hann frøist um nýggju Telebúðina.

- Hetta hevur verið okkara dreymur í langa tíð, og loksins lata vit dyrnar upp. Nýggja Telebúðin fer at knýta okkum enn og tættari at kundanum, sum vit altíð hava í miðdeplinum í okkara virksemi.

Tað eru fleiri fyrimunir við nýggja handlinum, tí umframt betri atkomumøguleikar og betri parkeringsviðurskifti, so fær kundin lættari atgongd til tænasturnar, sum Føroya Tele veitir kundum sínum.

- Í høvuðssæti okkara sita fólk við ymiskum førleikum, og tískil verður tað nógv skjótari og lættari at avgreiða viðskiftafólkið framyvir, tí ein Telebúð er ikki einans ein sølubúð. Ein Telebúð er ein tænastudepil, sum skal lofta øllum avbjóðingum, ið kundar okkara hava, sigur Hans Jákup Langgaard.

Henda Telebúðin fer væntandi at lætta um trýstið á handlinum í miðbýnum í Havn, staðfestir stjórin í FT Samskifti.

- Vit uppliva javnan langa bíðitíð í miðbýnum. Hetta verður vónandi broytt, nú vit hava tvær Telebúðir, sum kunnu lofta viðskiftafólkum í miðstaðarøkinum.

- Føroya Tele

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder