Innanlands

Nýggj topografisk føroyakort

SDFE og Umhvørvisstovan hava gjørt nýggj topografisk føroyakort

Mynd: Umhvørvisstovan

Mynd: Umhvørvisstovan

2018-10-17 07:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danski kortstovnurin SDFE hevur, í samstarvi við Umhvørvisstovuna, gjørt nýggj topografisk føroyakort, sum nú eru tøk á netinum. Kortini eru gjørd eftir fylgisveinamyndum og Umhvørvisstovan hevur latið tilfar um eitt nú bygningar, vegir og strandalinju.

Nýggju kortini verða ikki prentaði, men eru einans tøk á netinum.

Talan er um hesi korttema:

  • Topografiskt føroyakort í litum ella svart/hvítt
  • Skuggakort
  • 5 m hæddarkurvar
  • Myndakort  2015 frá fylgisveini sum vanlig mynd ella infrareyð mynd

[object Object]

Til ber at síggja kortini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Umframt at síggja kortini, bjóðar SDFE eisini kortini fram sum wms-tænastur. Við wms-tænastum ber til at fáa kortini víst sum bakgrund í gis og cad forritum sum qgis (ókeypis forrit),  ArcGis, BentleyMap og Autocad, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni.

[object Object]

Kortmyndugleikin er danskur, men Landsstýrið arbeiðir við yvirtaka myndugleikan. Lóggáva verður fyrireikað, og føroyakortið verður ætlandi leysgivið í hesum sambandi, vónandi fyri 1. apríl 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder