Uttanlands

Nýggj trygdarútgerð í Kastrup: Gjøgnum eftirlit uttan at loysa beltið

Fara undir royndir við nýggjari trygdarútgerð í heyst

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2018-07-23 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Flogvøllurin í Kastrup fer í heyst at gera royndir við nýggjari útgerð í trygdareftirlitinum.

Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni í dag.

Ætlanin er at ferðafólk skulu sleppa undan at skula av við beltið og fara úr skónum, tá ein skal kannast. Eftir ætlan verður heldur ikki neyðugt at taka teldlar, teldur, luktilsi og annað úr taskuni, at verða skannað.

Hetta verður gjørt við nýggjum 3D-skannarum, skógvaskannarum og nýggjum metaldetektorum.

Orsøkin er økta ferðafólkatalið sum krevur skjótt trygdareftirlit samstundis sum tænastan er fyrsta floks. Ferðafólkini skulu uppliva trygdareftirlitið sum effektivt, trygt og uttan strongd, sigur flogvøllurin í tíðindaskrivi sambært dr.dk.

Floghavnir sum Heathrow í London, John F. Kennedy í New York og Schiphol í Amsterdam gera longu nú í summar royndir við nýggjari trygdarútgerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder